Vit vilja, við hesari heilsu, ynskja tær góði babba, abbi og verpápi, hjartaliga tillukku við 60 ára degum 24 August.
Ikki ynskti tú at halda dagin, men ístaðin valdu tit bæði, tú og mamma, at fara ein túr til Florida at ferðast til Barbaru, Noah og lítlu Naomi Melody. Vit ið vóru eftir heima, fegnaðust um, at tit fingu ein deiligan og góðan túr í ”The states” við nógvum upplivingum, og ikki minst einari góðari og hart tiltrongdari feriu.
Tá vit skuldu skriva nøgur orð um teg og hvør tú ert babba, var líka við at nøkur orð vóru ikki nokk, men vit kundu heldur skriva eina bók um títt 60 ára langa lív. Ein kann veruliga siga, at tú hevur ikki ligið á tí latu síðuni hesi árini, men hevur fingið útrættað ótrúliga nógv ting, vit kunnu minnast aftur á.
Tínar beru bibbir eiga nógv spor í gamla svimjihyli, har tú brúkti nógva tí at venja tínar svimjiførleikar. Ivan abbi var jú stójri í gamla svimjihyli, og Katrin omma arbeiddi eisini har, so hetta fall sera nátúrligt. Sum einans 12 ára gamal, svam tú kapp hjá Havnar Svimjifelag. Serliga minnast vit søguna um, tá tú svam so skjótt, at ongin í tínum egna aldri kundi svimja ímóti tær, soleiðis at tú mátti svimja ímóti dreingjum eldri enn tú sjálvur vart. Tíni steyp á hillini eru prógv um tínir sigrar á hesum økinum. Vit minnast sum smábørn, tá tínir sterku armar og bein boraðu seg ígjøgnum vatnið, og tú minnti ikki sørt um eina ordans hval tá tú svam við okkum uppi á rygginum. Vit vóru sera imponeraði, og vit sóu upp til tína styrki, og vóru sera stolt av tær…
Tú valdi í ungum árum, at fara til Danmarkar, at nema tær útbúging sum pleygari. Tú byrjaði at starvast á Deild 2 á Landssjúkrahúsinum í 1972. Tíðinar vóru annarleiðis tá, og psykiatriski depilin var júst settur á stovn, og tær dámdi væl arbeiði har. Í 1970´unum vóru ikki barnagarðar á sama hátt sum í dag, og av tí at mamma var sjúkrasystur, og tit bæði arbeiddu í vaktum, voru vit Vanja og Laila mangan og vitjaðu á arbeiðsplássinum, og hildu eisini onkuntíð jól ella nýttar á deildini saman við tær, tínum starvsfeløgum og sjúklingum. Vit minnast aftur við gleði á hesa tíð, har tú lærdi okkum á ein nátúrligan hátt at vera saman við, og at vera góð við hesar sjúklingar, sum blivu okkara vinir. Tey vóru øll so góð við okkum, og vóru tað, líka til tey ikki vóru her meir. Í dag er nógv broytt, og eftir at hava starvast á Shell í 17 ár, valdi tú at fara aftur á D2 á psykiatriska depilinum, at arbeiða niðursetta tíð, og at arbeiða ein part av tíðini í taxa vinnuni, sum tær dámar sera væl.
Tú vart føddur inn í Carlsen familjuna, ið var kend fyri síni tónleikaligu evni. Ivan abbi, og Ove spældu báðir horn í Havnar Hornorkestri, og annars var nógvur tónleikur í Tróndargøtu 29 at hoyra, er okkum fortalt. Hendan arvin tók tú til tín, og fór sjálvur í Havnar Hornorkestur at spæla ta tíðina Robert Aughton hevði dreingaorkestur, og trenaði tykkara førleikar at marsjera úti í Havnardali. Títt instument var althornið, men tú dugdi eisini at spæla conett. Sum 12-13 ára gamal fekkst tú títt fyrsta klaver, ið enn stendur í stovuni á Dánjalstrøð, og byrjaði at ganga til klaverundirvísing hjá Rigmor Restrorff, har tú lærdi at spæla eftir nótum. Hóast nótalæran festi seg skjótt høvdið, lærdi tú teg skjótt at spæla eftir ”gehør”, og áðrenn long tíð var farin, spældi tú trúliga undir til allan sang á møtinum hjá Hvítisunnurørsluni, og legði bæði svimjin og Havnar Hornorkestur á hyllina til fram fyri, at brúka tíni evni í samkomuni. Soleiðis helt tú á framm trúliga, alt títt unga lív. Eisini vart tú við til at stovna tónleikabólkar, og hevði sangkórið inni í samkomuni. Keypti instrumentir, knossaði og bar tey til útimøtir runt alt Føroya land. Eisini vart tú sera aktivur í ”Ung fyri Kristus” ið var felagsnevnarin fyri ung, trúgvandi úr ymsum samkomum í Føroyum.
Tá tú vart 18 ára gamal kom tú saman við mammu, og tit bæði byrjaðu at arbeiða saman innan sang og tónleik í samkomunum. Tit vóru tey fyrstu ið vóru gift inni í Filadelfia á Landavegum, ið stóð undir bygging í 1973.
Eisini har vart tú sera virkin. Tit arbeiddu í sunnudagsskúlanum og vóru trúføst á øllum møtum í samkomuni.
Søgan innan tónleikin endar ikki her, tí tá byrjaði tú at skipa fyri konsertum, og vitjanum frá sangarum og tónleikarum frá útlondunum, bæði uttan fyri samkomuna og inni í samkomuni. Vit minnast aftur á, tá Samuelsons, Inga May, Birgitta og Svante, Karlssons, Niels Børje Gaard, Kurt og Roland og mong onnur vitjaðu Filadelfia har tú stóð fyri øllum vitjanunum. Konsertirnar tú hevur skipað fyri vóru ikki smávegis heldur. Í 1973 skipaði tú fyri, at Pat Boone við konuni Shirlie, og tveimum døtrum komu til Føroya, saman við Samuelsons at hava konsert fyri føroyingum. Hetta var ikki smávegis vitjan úr USA, tí Pat Boone var sera kendur sangari og filmsleikari. Konsertin var væl vitjað, er tann stórsta konsertin ið hevur verið innandura nakrantíð. Tvær konsertir vóru hildnar tann dagin, og 5.000 vóru og lurtaðu. Eitt satt bragd innan Føroyskt tónleikalív í 1973. Vit minnast aftur á fleiri konsertir tú hevur skipa fyri, við Wanda Jackson, Bjøro Håland v.m.
Eisini í okkara familju hevur tú verið íverksetari, og givið títt ískoyti til Føroyskt kristligt tónleikalív. Tú vart við á, ella hevði ein fingur við í spælinum, á so gott sum øllum gospel plátum ið vóru spældar inn av føroyingum upp í gjøgnum 80´ini. Serliga gjørdi tú nógv burturúr Mirjam, Sofus og Myrnu, og sjálvandi okkum, Vanju og Lailu, har vit ferðaðust nógv og sungu, og góvu fleiri barnaplátur út. Fyrsta single plátan við Vanju kom út í 1977, og síðan tá hevur tað gingið slag í slag. Tú setti teg í samband við útlendskar framleiðarar til barnapláturnar, m.a. Arnold Børud, har vit fóru til Noreg, at syngja inn um summarið. Har etablearði tú samband við kend fólk, og minnast serliga tá vit sum smágentur vóru á ”tourné” í Noreg, við Mirjam, Sofus og Myrnu og Solveig Friis Larsen. Tað sum eisini hevur brennt seg í minnið, eru øll tey summarini vit vóru á Løttørp í Ølandi, har vit luttóku við sangi, á summar stevnunum hjá Samuelsons. Vit báar yskja at takka tær fyri tær upplivingar vit hava fingið, og at tú hevur borið okkum arvin víðari.
Seinastu árini hava tú og mamma verið nógv saman um tónleikin, og ferðast í Føroyum , har tit hava spælt og sungið á møtum, harumfrant eisini givið fløgur út.
Eisini hevur tú keypt tær eina Harley Davidson, og harvið stovnað ”Cross-riders”. Har hevur tú hevur brúkt høvi, til at skipa fyri ”biker-gudstænastum” ymsastaðni í landinum, og hevur fingið fatur á ”biker- bíblium”, sum tú deilir út til tey tú kemur í samband við gjøgnum ”MC-treff”.
Sum sagt, so kundu vit skriva eina bók, tí hetta er bert greitt frá í stuttum, men at enda vilja vit takk tær fyri tann pápi, abbi og verpápi tú er fyri okkum. Takk fyri tín kærleika og umsorgan fyri okkum 5 (Tóra inkluderað). Tú ert ein sera fittur og góður pápi, abbi og verpápi at hava, og vit eru sera takksom fyri teg, og øll tey góðu upplivilsir vit hava fingið gjøgnum lívið. Vit ynskja tær og vóna, at vit fara at hava gleði av at hava teg her millum okkum nogv góð ár aftrat.
Tó so, ivast vit onki í, at ein dag hoyrir tú orðini ”tað var væl gjørt, tú góði trúgvi tænari”.
Kærastu heilsur
------
Vanja, Aron, Teitur og Mirjam
Laila og Henning
Barbara, Noah og Naomi Melody
Finnur og Katrina