Við Atlantsflog til Oslo: Vit vilja vera við har sum tað hendir

– Vit hava verið við fyrr, og vit vera við aftur næsta ár, sigur Jóhann á Bergi, stjóri í Atlantsflog um at flúgva til Oslo í sam­bandi við EM í hondbólti í jan­uar komandi

Higartil hevur Atlantsflog selt um 2.500 ferðaseðlar aftur og fram til Oslo í januarmánaði í sambandi við EM í honbólti.

 

Føroyar hava sum kunnugt á øðr­um sinni spælt seg til end­a­spæl­ið – og var hond­bólts­rús­ur­in stór­­ur í sam­bandi við enda­spæl­i­ð í Ber­lin í 2024, so er hann ikki minni nú, tá før­oysku hond­bólts­menn­­i­nir kval­i­fi­ser­aðu seg sum numm­­ar eitt í bólk­i­num til enda­spæl­ið hesaferð.

 

– Vit settu 24 túrar til sølu til Oslo í sam­bandi við hondbóltin. Kanska onk­ur verður tikin úr aft­ur, men tað verða í øllum før­um eini 20 flogferðir til Oslo í sam­bandi við hond­bólt­in í jan­u­ar, sig­ur Jó­hanna á Bergi, stjóri í At­lants­flog.

 

Sum hon sigur, so vóru tey jú við sein­ast eisini.

 

##med2##

Fólk eru bjartskygd og vónrík og spyrja um Svøríki

 

– Vit ynskja at flúgva fyri Før­oy­ar, og vit ynskja at vera við, har sum tað hendir – og vit hava ver­ið við fyrr, og vit verða við aft­ur hesaferð, sigur hon.

 

Hon sigur, at umframt tær 2.500 ferðirnar aftur og fram, so eru fólk sum hava keypt ferðaseðlar aðrar vegir, eitt nú um Keypmannahavn og til aðrar tíðir.

 

Jóhanna á Bergi vísir á, at fólk eru sera bjartskygd og vón­rík, tí tey hava fingið fleiri fyri­spurn­in­gar um ferðir til Malmø, har liðini, sum spæla seg víðari, fara at dystast í millumrunduni.

 

– Tey spyrja enntá beinleiðis, um vit flúgva til Svøríkis »tá vit koma víð­ari til millumspælið«, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Men av góðum grundum ber illa til hjá Atlantsflog at selja flog­ferð­ir til Malmø longu nú – tað hevði helst verið at selt skinn­ið, áðrenn bjørnin er skot­in.

 

Men verður tað, at Føroyar koma víðari, so fer Atlantsflog eis­ini at gera ferðir til Malmø.

 

– Hetta er í lágsesong, so tað ligg­ur væl fyri, hóast hetta eisini er tíðin, tá vit senda flogfør til um­væl­ing­ar og til eftirlit.

 

– So tá vit hava flogfør tøk, so fara vit at gera ein plan B, tí tað eru so nógv fólk, sum vísa á­huga fyri at sleppa til Malmø, um tað fer at gangast hond­bólts­lands­l­ið­num so væl, sigur Jó­hanna á Bergi.

 

##med3##

 

Vit finna loysnir um Føroyar koma víðari í EM

 

Enn er hetta ikki so ítøkiligt, og tey mugu eisini hugsa um, hvussu tey skulu gera, um tað verða fólk, sum ætla sær víðari úr Oslo til Malmø, hóast tey hava keypt ferða­seðil heim­aft­ur úr Oslo. Hvussu skulu tey kunna broyta ferðaseðil?

 

– Har er nakað, sum vit mugu fyrireika okkum uppá, um tað kemur har til, sigur Jóhanna á Bergi.

 

– Vit eru fyrireikað uppá, at alt kann henda, men vit einki av góðum grundum einki um tað, fyrr enn aftan á kapp­ing­ina í Oslo, sigur hon.

 

– Nú fyrireika vit okk­um til Oslo og seta alt inn sum vit kunnu saman við øðrum góð­um kreftum. Og koma vit víð­ari, so taka vit tað har frá. Vit eru pos­itivt sinnað fyri at finna loysn­ir upp á tað, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.

 

Lesið blaðið 'Ferðast í Føroyum' við at trýsta her

 

##med4##