Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í AC Horsens hava nú lagnuna í egnum hondum. Teir kunnu við sigri ella javnleiki í heimadystinum móti Kolding komandi sunnudag klokkan 14 tryggja sær uppflyting til donsku superliguna.
AC Horsens vann í dag 2-0 á Lyngby á útivølli. Lyngby hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær uppflytingina til superliguna.
Tá 36 minuttir vóru leiktir gleið málverjin hjá Lyngby, Anton Mayland í samband við eina afturlegging, og Adrian var ikki seinur at taka av, men fekk Horsens á sigurskós.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja málið hjá Adrian.
Tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini økti Julius Madsen til 2-0.
Lyngby er langt fremst við 60 stigum, og AC Horsens er nummar tvey við 51 stigum. Esbjerg hevur 49 stig á triðja plássinum, og er einasta liðið, ið kann stjala uppflytingina frá Horsens. Horsens hevur málmunin pluss 14, meðan Esbjerg hevur málmunin pluss eitt. Tí fer javnleikur at røkka hjá Horsens komandi sunnudag.











