VIDEO: Argentina vann 2-0 á Peru í Copa America

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Argentina-Peru 2-0 (0-0)

Verandi Copa America meistararnir, Argentina vunnu innleiðandi bólk A í Copa America kappingini í USA við fullum stigatali.

 

Lautaro Martinez syrgdi við tveimum málum fyri, at Argentina vann 2-0 á Peru á Hard Rock leikvøllinum í Miami.

 

Á Inter & Co leikvøllinum í Orlando tryggjaði Kanada sær annað plássið í bólki A, og harvið eitt fjórðingsfinalupláss við javnleiki 0-0 móti Chile, ið stendur eftir við Svartaperi.

 

Argentina-Peru 2-0 (0-0)

1-0 Lautaro Martinez ('47 )

2-0 Lautaro Martinez ('86 )

 

Kanada-Chile 0-0 

 

Argentina vann bólk A við níggju stigum. Kanada gjørdist nummar tvey við fýra stigum. Chile og Panama mugu ferðast heim. Chile fekk tvey stig og Panama fekk eitt stig.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá sigrinum hjá Argentina á Peru:

 

##med2##