VIDEO: Ári vann føroyingauppgerðina í Rogalandi

(Video) Føroyingauppgerð millum Bryne og Sandnes var fyrr í kvøld

Ári Mohr Jónsson og liðfelagarnir hjá honum í Sandnes ULF vunnu á útivølli í kvøld lokaluppgerðina og hartil føroyingauppgerðina millum Bryne FK og Sandnes ULF í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.  

 

Sandnes vann dystin. Sigursmálið skoraði Jostein Ekeland tá 37 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Úrslitið merkir, at nú hava Ári Mohr Jónsson og liðfelagarnir argingarrættin í Rogalandi.

 

Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin og Meinhard E. Olsen var á vøllinum í 65 minuttir fyri Bryne. Ári Mohr Jónsson kom á vøllin fyri Sandnes tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Liðini spæla ikki aftur dyst í næstbestu norsku deildini fyrrenn 18. august. Tá spælir Bryne á útivølli móti Ullsaker/Kisa. Sama dag tekur Sandnes móti Strømmen.

 

Bryne er nummar átta í deildini við 17 stigum. Sandnes er triðaftast við 13 stigum, men undan dystinum í kvøld vóru teir á aftasta plássinum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: https://www.brynefk.no/bryne-tv