Video: Bagge ársins venjari hjá monnum

(Video) Síggj og hoyr løtuna, tá Fótbóltsvenjarafelagið kunngjørdi Sámal Erik Hentze at verða ársins venjara hjá monnum.

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr løtuna, tá Frankie Jensen frá Fótbóltsvenjarafelagnum kunngjørdi, at Sámal Erik "Bagge" Hentze (Víkingur) av starvsfeløgum sínum er valdur at verða ársins venjari.

 

Tað lá ikki fyri hjá Bagga at koma at taka ímóti steypinum og heiðrinum, og tí tók Janus Rasmussen vegna Víking ímóti steypinum, sum Bagge fær, sum áminning, at starvsfelagar hansara hava valt hann til ársins venjara.