Skála og EB/Streymur spældu javnleik í Effodeildini í fótbólti í kvøld. Liðini skoraðu hvør sítt mál við sera góðum skoti.
Skála legði seg á odda í fyrra hálvleiki við einum frálíkum langsskotsmáli frá Ara Olsen.
Í seinna hálvleiki legði EB/Streymur nógv fyri í royndini at javna, og móti endanum av dystinum trýstu teir Skála í botn. Tað lukkaðist eisini at fáa útjavnandi málið, og annan dystin á rað var tað Arnbjørn Hansen, sum skoraði. Hesaferð var tað við framúr heilfluktara eftir frísparksstøðu.
Javnleikurin hevur við sær, at EB/Streymur heldur seg eitt stig framman fyri Skála á stigatalvuni. EB/Streymur er nummar 7, og Skála er nummar 8.
Omanfyri ber til at síggja samandrátt, sum Jóhan Thomsen hevur gjørt frá dystinum.
Skála-EB/Streymur 1-1 (1-0)
1-0: Ari Olsen
1-1: Arnbjørn Hansen