VIDEO: El Paso tapti í yvirtíðini

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Sacramento Republic FC - El Paso Locomotive FC 1-0 (0-0)

Petur Knudsen og liðfelagarnir í El Paso Locomotive FC ferðaðust úr Texas til Kalifornia fyri at spæla dyst móti Sacramento Repuplic FC í næstbestu amerikonsku fótbóltsdeildini.

 

Petur byrjaði inni og var skiftur út tá 67 minuttir vóru leiktir.

 

Leingi sá út til, at El Paso fór at fáa eitt stig við sær til Texas, men fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat stútaði Luis Fernandes hjá heimaliðnum bóltin í netið, og so mátti El Paso lúta.

 

El Paso er nummar níggju av teimum 12 liðunum í Western Conference við 39 stigum. Eitt stig er upp til Monterey sum hevur 40 stig. 

 

Átta tey fremstu liðini fara víðari til endaspælið.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Sacramento og El Paso:

 

##med2##