Føroyska U21-landsliðið stríddi seg manniliga inn aftur í dystin við støðuna 3-0 til Kroatia. Við tveimum málum hjá Gutta Dahl-Olsen komu teir upp á 2-3, men so fekk Kroatia tíverri lukkað EM-undankappingardystin við Djúpumýru í Klaksvík við at skora til 4-2.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum við kroatiskum frásøgumanni. Neyðugt er at scrowla frá yvirskriftini og fyrsta breyðtekstinum og niður til videobrotið.
Føroyska U21-landsliðið hevur aftaná tríggjar dystir fýra stig og málmunin 7-8.
Føroyar – Kroatia 2-4 (0-2) - U21 EM-undankappingardystur
0-1: Roko Simic 17.
0-2: Veldin Hodza 44.
0-3: Dion Drena Beljo 75.
1-3: Gutti Dahl-Olsen
2-3: Gutti Dahl-Olsen
2-4: Marin Ljubicic 90.+2.
Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Signar á Brúnni (Bergur Poulsen, 27.), Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg (Gutti Dahl-Olsen, 76.), Ási Dam – Áki D. Samuelsen, Noah Mneney, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson (Heini F. Sørensen, 46.) – Jørgen Nielsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Nilsson, Jákup N. Vilhelmsen, Poul Kallsberg, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen