VIDEO: Fredrikstad gav oddaliðnum skarpan gang

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Viking Stavanger 0-1 (0-0)

Mynd: Fredrikstad FK

Í seinasta heimadystinum í hesum kappingarárinum í bestu norsku fótbóltsdeildini taptu Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í Fredrikstad tepurt á heimavølli 0-1 fyri oddaliðnum, Viking Stavanger.

 

Fredrikstad, har imillum Jóannes sjálvur, høvdu góðar málmøguleikar, men Viking hevði neyðugu marginalarnir við sær, og teir kunnu nú tryggja sær fyrsta meistaraheitið í 34 ár, um teir vinna á Vaalerenga á heimavølli komandi sunnudag.

 

Fredrikstad endar kappingarárið á Aspmyra leikvøllinum í Bodø komandi sunnudag í dysti móti næstfremsta liðnum í deildini, Bodø/Glimt. Bodø/Glimt er eitt stig aftanfyri Viking Stavanger. 

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Viking Stavanger 0-1 (0-1). Ein góð atsókn hjá Jóannesi sæst í samandráttinum: 

 

##med2##

 

Mynd: Fredrikstad FK