Í sínum væntandi seinasta heimadysti fyri Fredrikstad fekk Jóannes Bjartalíð fulla spælitíð, tá meistaraskapsfavoritturin, Viking Stavanger kom á vitjan.
Viking sum tørvaði sigur fyri at halda seg eitt stig frammanfyri Bodø/Glimt í oddinum í bestu norsku fótbóltsdeildini fekk ein kærkomnan 1-0 sigur á leikvøllinum í Fredrikstad. Sigursmálið var skotið, tá eitt stórt korter var eftir av dystinum.
Nú er dúkað til meistaraskapsveitslu í høvuðsbýnum í Rogalandi. Komandi sunnudag í seinasta leikumfarinum tekur Viking, ið er fremst í deildini við 68 stigum móti Vaalerenga á Lyse leikvøllinum í Stavanger. Samstundis tekur Bodø/Glimt, ið er næstfremst við 67 stigum móti Fredrikstad á Aspmyra leikvøllinum í Bodø. Fredrikstad kann sostatt fáa ein stóran leiklut um Viking snávar á heimavølli móti Vaalerenge.
Fredrikstad er á sætta plássinum við 42 stigum, og teir kunnu í ringasta føri detta niður á áttanda plássið. So teir kunnu spæla frítt á Aspmyra leikvøllinum í Bodø komandi sunnudag.











