Polestar-deildin:
Fleyr – Ternan 3-0 (25-23, 25-22, 25-23)
Undan dystinum í dag hevði Ternan bara vunnið eittans sett í kappingini, og tað er eisini støðan eftir dystin ímóti Fleyr í dag, men tað var við bit og slit, at havnarmenn vunnu á toftamonnum í dag.
Ternan var aftanfyri við sjey stigum miðskeiðis í fyrsta setti, men kom afturíaftur og javnaði til 22-22. Fleyr spældi seg síðani til tveir settbóltar og tók av tí seinna og vann settið 25-23.
Uppaftur betur gekst hjá Ternuni í øðrum setti, har Ternan legði seg á odda 19-15, men við fimm bóltum á rað fór Fleyr framum 20-19 og síðani 23-21, áðrenn settið varð vunnið 25-22.
Triðja sett minti um tað undanfarna, og aftur fóru gestirnir framum 6-2 og 11-6, men við seks stigum á rað tók Fleyr Ternuna aftur og fór framum 12-11 og síðani 21-16. Ternan gav tó ikki skarvin yvir, og brátt var javnleikur 21-21. Síðani 22-22 og 23-23, tá Fleyr vann teir báðar næstu bóltarnar og settið 25-23.
Støðan í Polestar-deildini:
|
Nr. |
Lið |
Dystir |
Settmunur |
Stig |
|
1 |
Mjølnir |
5 |
8 |
12 |
|
2 |
SÍ |
6 |
7 |
12 |
|
3 |
ÍF |
4 |
6 |
9 |
|
4 |
Fleyr |
5 |
-4 |
6 |
|
5 |
Ternan |
6 |
-17 |
0 |
Mynd: Fleyr
Flogbóltssamband Føroya











