VIDEO: Fyrsta EM-tapið hjá Íslandi er veruleiki

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Ísland-Kroatia 29-30 (15-19)

Fyrsta tapið hjá íslendingum í hesum EM-endaspælinum er veruleiki.

 

Ísland spældi seinnapartin dyst í EM-millumbólki 2 móti Kroatia í Malmö Arena, har staðfest var, at aftaná Føroyar hevur Ísland teir næstbestu fjeppararnar.

 

Í steðginum var Ísland aftanfyri 15-19. Ísland var bert aftanfyri 15-16, men tað gekk av skriðuni seinastu løtuna. Tann løtan gjørdist dýr, tí tað endaði við einum 30-29 sigri til Kroatia.

 

Bæði liðini hava tvey stig fyri tveir dystir. 

 

Ómar Ingi Magnússon og Óðinn Þór Ríkharðsson vóru toppskjúttar hjá Íslandi við átta málum hvør. Mateo Marac var við sjey málum toppskjútti hjá Kroatia. 

 

HER er skráin fyri millumbólk 2:

 

23. januar: Ísland – Kroatia 29-30

 

23. januar: Sveis – Ungarn, kl. 17.

 

23. januar: Slovenia – Svøríki, kl. 19.30.

 

25. januar: Slovenia – Ungarn, kl. 14.30.

 

25. januar: Ísland – Svøríki, kl. 17.

 

25. januar: Sveis – Kroatia, kl. 19.30.

 

27. januar: Sveis – Ísland, kl. 14.30.

 

27. januar: Slovenia – Kroatia, kl. 17.

 

27. januar: Svøríki – Ungarn, kl. 19.30.

 

28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.

 

28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.

 

28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Ísland-Kroatia 29-30 (15-19):

 

##med2##