VIDEO: Fyrsta málið hjá Gunnari í hesum kappingarárinum

(Video) Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Keflavík-Víkingur Reykjavík 1-3 (1-1)

Tá Víkingur Reykjavík ígjár vann 3-1 á Keflavík í dysti í útivølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini legði Gunnar Vatnhamar Víking á odda 1-0. 

 

Hetta hendi í 20. minutti aftaná eitt hornaspark. Gunnar snýtti verjuna hjá Keflavík við at stýra bóltinum í einum bleytum boga í netið til 1-0. Talan var ikki um nakran drønstútara. Hetta var annars fyrsta málið hjá Gunnari hetta kappingarárið. 

 

Keflavík javnaði undan steðginum, men seinastu løtuna syrgdu Valdimar Þór Ingimundarson og Daniel Hafsteinsson fyri, at Víkingur fekk øll trý stigini.

 

Víkingur er næstfremst í deildini við 13 stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Keflavík-Víkingur Reykjavík 1-3 (1-1):

 

##med2##