Ígjár leikti málverjin, Ari í Haraldsstovu Petersen fyrsta dystin fyri ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
ÍBV tapti á Hásteinnsvøllinum á Heimey 1-2 fyri Breiðablik. Liam Daði Jeffs legði ÍBV á odda longu í fyrsta minutti av dystinum. Breiðablik javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tíðliga í seinna hálvleiki skoraðu teir sigursmálið. Ari fekk ikki nógva hjálp frá verjuni, tá Breiðablik skoraði bæði málini.
ÍBV er aftast í deildini við bert einum stigi.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum ÍBV-Breiðablik 1-2 (1-1):
##med2##











