Samuel Chukwudi er fyrsti føroyski leikarin, ið spælir dyst í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini.
Í fyrsta kappingardystinum fyri SV Ried var Samuel á vøllinum allan dystin, tá Ried á útivølli megnaði javnleik 1-1 móti Austria Lustenau.
Lustenau legði seg á odda í 26. minutti, men átta minuttir seinni javnaði Jussef Nasrawe fyri Ried. Í seinna hálvleiki hevði Ried nóg mikið av málmøguleikum til at tryggja sær sigurin, men teir tóku ikki av.
Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Ried dyst á heimavølli móti gamla stórliðnum, Rapid Wien.
HER ber til frá SkySports Austria at síggja hæddarpunktini frá fyrsta kappingardystinum hjá Samuel í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini:
##med2##











