VIDEO: Góður sigur til Hall Hansson og liðfelagarnar

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Helsingør 2-0 (0-0)

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum AC Horsens og Helsingør, sum heimaliðið, AC Horsens vann 2-0. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki.

 

Hallur Hansson og teir úr AC Horsens vunnu eitt týdningarikið fet mótvegis oddastríðnum í Superliguni, tá ið teir í dag vunnu kravsigur á heimavølli ímóti botnliðnum, FC Helsingør.

 

Føroyski landsliðsleikarin byrjaði til vinstru heilt har frammi í hesum 2-0-sigrinum, sum varð grundlagdur longu í fyrra hálvleiki við málum frá Simon Okosun og Kjartani Finnbogasyni.

 

Tað hjálpti væl til hjá AC Horsens, at FC Helsingør fekk reytt kort longu í fyrra hálvleiki. Hallur Hansson varð útskiftur tá ið eitt korter var eftir at spæla.

 

 

Komandi fríggjakvøld spælir AC Horsens útidyst ímóti Randers FC.

 

 

Støðan:

 

1Nordsjælland961222:1419
2Hobro952214:1117
3Midtjylland951320:1616
4Brøndby943215:915
5FCK943216:1115
6AC Horsens934212:1013
7AGF93249:1211
8SønderjyskE924317:1410
9OB92437:810
10Silkeborg931510:1210
11AaB91627:109
12Lyngby923412:209
13Helsingør93069:189
14Randers FC91446:117