VIDEO: Geza var dagsins leikari hjá Grimsby Town

(Video) Síggj og hoyr samrøðu við David Geza Turi

Mynd: Grimsby Town

David Geza Turi legði upp til 2-1 leiðslumálið, og hann var við í uppspælinum til fyrra málið hjá Grimsby Town, ið leikti javnt 2-2 móti Fleetwood Town í heimadysti í League Two.

 

Geza legði eisini upp til tað, ið hevði verið 3-2 sigursmálið hjá Grimsby, um tað ikki var kolldømt fyri rangstøðu.

 

Aftaná dystin var Geza heiðraður sum dagsins leikari.

 

Í samrøðu við YouTube-rásina hjá Grimsby Town segði Geza seg fegnast um stuðulin frá áskoðarunum og tann góða rómin á Blundell Park leikvøllinum, men hann iðraði seg um, at Grimsby ikki vann. Tað harmar eisini Geza, at teir í Grimsby lótu ov løtt mál fara inn í hinum endanum.

 

HER ber til at síggja og hoyra tað sum Geza hevði at siga aftaná 2-2 javnleikin ígjár. Undir samrøðuni ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum móti Fleetwood:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: Grimsby Town