VIDEO: Góður møguleiki at royna yngri spælarar

Venjarin hjá manslandsliðnum, Eyðun Klakstein gleðir seg til venjingardystin móti Georgia

FSF skrivar:

 

- Venjarin hjá manslandsliðnum, Eyðun Klakstein gleðir seg til venjingardystin móti Georgia, og sigur, at allarhelst fara onkrir av teimum yngru at fáa møguleikan, umframt at royna ymiskt taktiskt.

 

– Men í útgangsstøði koma vit at kenna liðið aftur frá undanfarnu dystunum, og at hetta er góð fyrireiking til HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli 2. hvítusunnudag, sigur Eyðun Klakstein millum annað í samrøðuni við FSF Varpið, ið fekk orðið á venjarin beint áðrenn seinasta venjingin skuldi byrja.

 

Landsdysturin millum Georgia og Føroyar verður spældur á Dinamo Arena í georgiska høvuðsstanum, Tblisi. Talan er um eitt risastórt stadion, ið hevur pláss fyri umleið 54.000 áskoðarum. Skrivar FSF-varpið.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna Heðin Arge hjá FSF-Varpinum gjørdi við Eyðun Klakstein:

 

##med2##