Gunnar Vatnhamar fekk ígjár heimaliðið á Víkingavøllinum á sigurskós, tá hann aftaná góða sending frá Gylfa Sigurðssoni sendi bóltin í netið til støðuna 1-0 móti gamla liðnum hjá Gunnari Nielsen, FH. Tá vóru 12 minuttir leiktir av dystinum. Talan er um annað málið hjá Gunnari hetta kappingarárið.
Gylfi Þór Sigurðsson økti sjálvur til 2-0 sjey minuttir undan steðginum. Í seinna hálvleiki syrgdu Daníel Hafsteinsson og Elías Már Ómarsson við tveimum málum fyri, at trý mál vóru løgd aftrat hjá Víkingi.
Víkingur Reykjavík er einsamalt oddalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 22 stigum fyri átta dystir. Teir eru trý stig frammanfyri KR.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Víkingur Reykjavík-FH 5-0 (2-0):
##med2##











