Tað upplýsir sløkkiliðið í býnum sambært AFP.
Sambært tíðindastovuni eru 28 fólk flutt á sjúkrahús, meðan 28 onnur fingu smærri skaðar og kundu fáa viðgerð á staðnum.
Týski miðilin Bild skrivar, at fimm fólk eru álvarsliga skadd.
Óhappið hendi umleið klokkan 11.30 í einum vegamóti vestarlaga í býnum við nógvari ferðslu.
Tað er enn ógreitt, hví sporvognarnir stoyttu saman, men týska løgreglan hevur sett kanningar í verk.











