Video: Greiður sigur til Gilla og liðfelagarnar

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum í tippuliguni millum Brann Bergen og Strømsgodset, sum endaði 3-0 til Brann

Talan gjørdist um fulla spælitíð til Gilla Rólantsson, tá lið hansara Brann Bergen í dysti í øðrum umfari í norsku tippuliguni vann tryggan 3-0 sigur á Strømsgodset á Brann leikvøllinum í Bergen.

 

Gilli Rólantsson var sera eyðsýndur, og hevði eitt gott skot ímóti málinum hjá Strømsgodset, og átti eisini sín stóra lut í, at Lars Vilsvik gjørdi sjálvmál, tá Brann Bergen økti til 2-0 í 72. minutti.

 

Kristoffer Barmen legði Brann Bergen á odda, tá níggju minuttir vóru farnir av dystinum, og Jakob Orlov staðfesti sigurin, tá hann skoraði til 3-0 í 77, minutti.

 

TRÝST á HESA leinkjuna: http://www.brann.no/nyheter/tv-se-barmen-og-orlov-score

og síggj hæddarpunktini frá dystinum Brann Bergen-Strømsgodset 3-0 (1-0).

 

Støðan í norsku tippuliguni: 

 

DVJTMálStig
1Rosenborg22006:06
2Sarpsborg22006:26
3Molde22003:16
4Brann Bergen21104:14
5Tromsø21103:24
6Sogndal21015:43
7Vålerenga21014:43
8Lillestrøm21013:33
9Haugesund21015:63
10Stabæk21014:53
11Strømsgodset21013:43
12Odd21012:33
13Viking20021:30
14Kristiansund 20020:30
15Aalesund20022:60
16Sandefjord 20021:50