Hallur Hansson fer eisini í jóla og vetrarfrí við einum tapi.
Hallur Hansson spældi allan dystin, og hann fekk eisini eitt gult kort tá lið hansara, AC Horsens á CASA-leikvøllinum í Horsens stríddist manniliga ímóti FC Midtjylland sum er nummar tvey í donsku superliguni.
Tað endaði við einum 3-1 sigri til FC Midtjylland. Í steðginum var støðan javnleikur 1-1. Heimasíðan hjá AC Horsens heldur, at hóast heimafólkini ikki vóru nøgd við úrslitið, so var leikliga talan um eitt gott avrik hjá AC Horsens.
AC Horsens – FC Midtjylland 1-3 (1-1)
0-1 Rilwan Hassan (12.)
1-1 Oliver Drost (35.)
1-2 Alexander Scholz (46.)
1-3 Paul Onuachu (90.)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og FC Midtjylland.
AC Horsens spælir aftur dyst í superliguni 10. februar í 2018. Tá vitja Hallur Hansson og liðfelagarnir Hobro á útivølli.
Annars hevur AC Horsens boðað frá, at teir leingja ikki við Sonna Ragnar Nattestad. Landsliðsbakkurin má sostatt finna sær eitt nýtt felag.
Støðan í donsku superliguni:
1
20
31
47
2
20
31
44
3
20
5
31
4
20
0
29
5
20
2
28
6
20
-3
28
7
20
3
27
8
20
-11
27
9
20
-1
24
10
20
-4
22
11
19
-4
21
12
20
-13
17
13
20
-16
16
14
19
-20
16