Á Allianz Arena leikvøllinum í Torino megnaði liðið hjá Andriasi Edmundssyni, Hellas Verona ígjár í dysti í Seriu A javnleik 1-1 móti søguríka fótbóltsrisanum, Juventus.
Kieron Bowie legði Hellas Verona á odda 11 minuttir undan steðginum. Í 62. minutti javnaði Juventus til 1-1.
Juventus hevði bóltin væl meira, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn útiliðið, men millum brandarnar í verjuni hjá Hellas Verona var Andrias Edmundsson. Frá Soccerstand fær Andrias karakterin 7,5, og frá Sofascore fær hann karakterin 7,4 (av 10 møguligum).
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##










