Víkingur hevur í dag vunnið FM 2017. Umstøðurnar vóru ikki so góðar til góðan fótbólt í Sarpuðgerði, tá Víkingur í dag – hóast eitt 2-1 tap móti EB/Streymi – vann FM.
Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Ari Mohr Olsen sendi ein skelk gjøgnum Gøtu og Leirvík, tá hann legði gestirnar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Gert Å. Hansen javnaði fyri Víking stutt fyri hálvleik eftir hornaspark.
Les eisini: Víkingur er meistari
Vandi var ikki á ferð, tí málmunurin millum Víking og KÍ bleiv ongantíð so lítil, at tað bleiv spennandi. Alíkavæl smakkaði tað illa, tá Ari Mohr Olsen aftur skoraði fyri EB/Streym til úrslitið 2-1 til gestirnar.
Víkingur-EB/Streymur 1-2 (1-1)
0-1: Ari Mohr Olsen 17.
1-1: Gert Hansen 28.
1-2: Ari Mohr Olsen 74.