FSF skrivar:
- Ingi Jonhardsson og hinir víkingarnir leggja í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til steypafinaluna ímóti KÍ, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið klokkan 19:00
– Vit eru spentir og hava góðar vónar. KÍ hevur ongan dyst tapt í ár, og teir ætla neyvan at tapa nú. Men vit ynskja at enda árið væl, og vónandi verður rómurin góður í Eysturkommunu fríggjakvøldið.
Tað sigur stinni vinstri bakkurin hjá Víkingi, Ingi Jonhardsson, tá FSF Varpið fekk orðið á hann áðrenn venjingina í Sarpugerði mikukvøldið.
Finalan í annaðkvøld er ein endurtøka av steypafinaluni í 2022. Tá vunnu ljósabláu víkingarnir ein tepran 1-0 sigur á KÍ.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna hjá FSF-varpinum:
##med2##











