Teir tríggir, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Jóhannus Joensen úr Javnaðarflokkinum og Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum hava lagt uppskotið fram

Vilja hava fleiri fiskidagar til bólki 5 B

Tríggir tingmenn úr andstøðu og samgongu hava lagt uppskot til samtykta fyri Løgtingið um fleiri fiskidagar

Teir tríggir, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Jóhannus Joensen úr Javnaðarflokkinum og Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum hava lagt uppskotið fram

Tað eru teir tríggir, Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins og Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum hava lagt fram uppskot til samtyktar um økt fiskidagatal í bólki 5 B

Uppskotið er soljóðandi:

Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri at luta fleiri fiskidagar til bólk 5 B og fyri at ásett verður eitt minsta mark fyri, hvussu ein fiskidagur í bólki 5 B skal roknast, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

Í viðmerking til uppskotið siga teir tríggir, at tað er næstan á hvørjum ári, at fiskidagar mangla í bólki 5 B hjá útróðararbátum.

– Hesin bólkur er ofta bátar, sum í frítíðini fiska eitt sindur til uppihald ella sum hjávinnu, og ofta er talan um sjómenn, pensjónistar, skúlanæmingar o.o.

– Skipanin við fiskidøgum í bólki 5 B er soleiðis, at lutað verður eitt ávíst dagatal til bólkin. Onki krav er um, hvussu ein fiskidagur skal roknast, t.d. í kilo av fiski, og tí kemur tað ofta fyri, at dagarnir eru uppi, hóast nógvur fiskur er eftir at fáa, og fleiri góðir dagar eru eftir í árinum, siga teir tríggir løgtignsmenninir.

Teir mæla tí landsstýrinum til at kanna møguleikan fyri at áseta eitt minsta mark fyri, hvussu ein fiskidagur í bólki 5 B skal roknast.

– Hetta kundi t.d. verið gjørt við at sett 150 kg. sum minsta mark fyri ein fiskidag. Á henda hátt fæst sum mest burturúr fiskiskapinum, eins og at skipanin gerst meira skynsom og gjøgnumskygd, siga teir og vísa til talvuna niðanfyri við yvirliti yvir avreiðingar:

##med2##

 

Teir tríggir, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Jóhannus Joensen úr Javnaðarflokkinum og Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum hava lagt uppskotið fram