Íslendingar vunnu innleiðandi EM-bólk F. Í bólkafinaluni í Kristianstad vunnu teir 24-23 á einum sterkum ungarskum liði. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Gísli Þorgeir Kristjánsson var toppskjútti hjá Íslandi, og Bence Imre var toppskjútti hjá Ungarn, báðir við sjey málum.
Í dystinum um triðja plássið í bólkinum vann Italia ein søtan 29-28 (15-13) sigur á Póllandi.
Mikołaj Czapliński var við 12 málum stórskjútti hjá Póllandi. Toppskjútti hjá Italia við sjey málum var Simone Mengon.
Ísland vann bólkin við seks stigum, og tekur tvey stig við sær til millumumfarið. Ungarn hevur fýra stig, og fær einki stig við sær til millumumfarið. Italia endaði á tveimum stigum, og Pólland endaði aftast við ongum stigi.
Úrslitini í bólki F:
16. januar: Ísland – Italia 39-26
16. januar: Ungarn – Pólland 29-21
18. januar: Pólland – Ísland 23-31
18. januar: Italia – Ungarn 26-32
20. januar: Pólland – Italia 28-29
20. januar: Ungarn – Ísland 23-24
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Ungarn-Ísland 23-24 (14-14):
##med2##











