Ferfaldu heimsmeistararnir og vertirnir, Danmark vóru risastórir favorittar móti Portugal í bólkafinaluni í innleiðandi EM-bólki B í Boxen í Herning. Men við einum framúr góðum avriki, og stórspæli hjá Costa-brøðrunum eydnaðist tað Portugal at vinna ein sensasjónellan 31-29 sigur. Í steðginum var Portugal á odda 12-11.
Mathias Gidsel var við átta málum toppskjútti hjá Danmark. Brøðurnir, Francisco og Martim Costa skutu níggju mál hvør, og vóru toppskjúttar hjá Portugal. Jóhan á Plógv Hansen skoraði tvey mál fyri Danmark.
Í dystinum triðja plássið í bólki B eydnaðist tað Norðurmakedonia at vinna 24-23 (13-9) á Rumenia.
Filip Kuzmanovski var toppskjútti hjá Norðurmakedonia við níggju málum. Ionuț Nistor var toppskjútti hjá Rumenia við átta málum.
Portugal vinnur bólkin við fimm stigum, og teir taka tvey stig við sær í millumumfarið. Danmark endaði á fýra stigum, og tekur einki stig við sær til millumfarið. Norðurmakedonia hevur trý stig, og Rumenia endaði aftast við ongum stigi.
Úrslitini í bólki B:
16. januar: Portugal – Rumenia 40-34
16. januar: Danmark – Norðurmakedonia 36-24
18. januar: Norðurmakedonia – Portugal 29-29
18. januar: Rumenia – Danmark 24-39
20. januar: Norðurmakedonia – Rumenia 24-23
20. januar: Danmark – Portugal 29-31
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Danmark-Portugal 29-31 (11-12):
##med2##











