Tveir dystir vóru leiktir í HM-bólki C í dag, og staðfestast kann nú, at Frakland hevur vunnið í áttandapartsfinalurnar, og Peru er úti av kappingini. Danmark og Avstralia stríðast um hitt plássið í áttandapartsfinalunum.
Frakland hevur seks stig, Danmark hevur fýra stig, Avstralia hevur eitt stig og Peru hevur einki stig aftaná tvey umfør eru avgreidd. Komandi týsdag verða dystirnir Frakland-Danmark og Avstralia-Peru. Báðir dystirnir byrja klokkan 15.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Danmark og Avstralia.
Danmark – Avstralia 1-1 (1-1)
1-0 Christian Eriksen, 7
1-1 Mile Jedinak, 38 br
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Frakland og Peru.
Frakland – Peru 1-0 (1-0)
1-0: Kylian Mbappé, 34.