Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spyr í einum grein 52a fyrispurningi landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Margit Stórá, nær hon ætlar at leggja fram lógaruppskot um smidligari barsilsskipan.
Hann spyr soleiðis:
1. Nær ætlar landsstýriskvinnan at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um eina smidligari barsilsskipan?
2. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvussu hetta ætlandi skal skipast, og í hvønn mun hetta fer at geva foreldrum frælsi at verða longur heima hjá børnunum?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at øll eru á einum máli um, at fyrstu barnaárini hava stóran týdning.
– Kanningar vísa eisini, at tað er best fyri børnini ikki at vera ov leingi á stovni fyrstu barnaárini. Tí ynskja fleiri foreldur at leingja tíðarskeiðið, har tey eru heima hjá børnunum, áðrenn tey fara á stovn. Hetta er gott fyri bæði trivnaðin hjá familjuni og serliga børnini, verður sagt, sigur hann.
– Í dag er hetta trupult. Foreldur arbeiða nógv fyri at kunna klára dagligdagin, og tað nívir, at smábørnini longu eftir einum ári skulu á stovn, sigur hann.
Samgongan hevur sett sær fyri at hjálpa foreldrum við hesum, og sambært samgonguskjalinum skal barsilsskipanin broytast til eina smidligari skipan, har til ber hjá foreldrum at leggja barsilstíðina til rættis eftir egnum ynski og tørvi.
– Fyri at fáa upplýst, nær lógaruppskot um hetta verður lagt fyri tingið, og hvat hetta hevur við sær fyri familjuna, verður hesin spurningur settur.