VIDEO: Meinhard legði upp til mál í heimasigri hjá Mjøndalen

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Mjøndalen-Oslo KFUM 2-1 (1-0)

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen vunnu aftur farna vikuskiftið. Ígjár vann Mjøndalen 2-1 á Oslo KFUM á heimavølli.

 

Meinhard legði upp til 1-0 málið, ið Erik Skistad skoraði longu í níggjunda minutti av fyrra hálvleiki.  Martin Ovenstad økti til 2-0 tá 83 minuttir vóru farnir av dystinum. Oslo KFUM fekk mál í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.

 

Mjøndalen er einsamalt oddalið við 19 stigum fyri sjey dystir.

 

Mánadagin 23. mai verður føroyingauppgerð í Sandnes millum liðið hjá Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF og Mjøndalen. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjøndalen-Oslo KFUM 2-1 (1-0): 

 

##med2##

 

Rógvi Baldvinsson javnaði til 1-1 fyri Bryne tá 10 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Åsane legði seg á odda 1-0 tá bert seks minuttir vóru leiktir av dystinum. 

 

Robert Undheim skoraði sigursmálið til 2-1 til Bryne miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Sigurin kemur á eitt turt stað hjá Bryne, tí talan er um fyrstu stigini liðið vinnur í kappingini í ár. Bryne er nú fjórðaftast í deildini við trimum stigum. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum frá dystinum Bryne-Åsane 2-1 (1-1): 

 

##med3##