Sonni Ragnar Nattestad, ið fyllir 27 ár í dag var við frá byrjan tá lið hansara, Dundalk á útivølli megnaði ein flottan javnleik 2-2 móti niðurlendsku stórfavorittunum, Vitesse Arnhem í triðja undanumfarinum í Europa Conference League undankappingini.
Men tað kundi verið enn betri. Dundalk var á odda 2-1 tá 89 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá megnaði Sonni Ragnar tíverri ikki at rudda bóltin burtur, og so var Lois Openda knappur og tók av, og setti bóltin í netið til 2-2.
Áðrenn dystin høvdu teir í Dundalk selt dystin fyri ein javnleik. Gjøgnumsnitsoddsini hjá veddingarfyritøkunum uppá heimasigur vóru bara 1,20, meðan gjøgnumsnitsoddsini uppá útisigur til Dundalk vóru 11,61.
Stóra hetjan hjá Dundalk í kvøld var Patrick McEleney, ið skoraði bæði málini hjá Dundalk. Vitesse var á odda í steðginum. Patrick McEleney javnaði við einum hegnisligum stútara tá 65 minuttir vóru farnir av dystinum. 11 minuttir seinni legði hann Dundalk á odda við einum góðum einmansavriki, tá hann snýtti verjuna og málverjan hjá Vitesse.
Dundalk spælir returdyst móti Vitesse Arnhem á heimavølli, hóskvøldið 12. august klokkan 20. Megna Sonni Ragnar og Dundalk at sigra á Vitesse Arnhem vinna teir seg í seinasta undanumfarið áðrenn sjálvt bólkaspælið.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Vitesse Arnhem og Dundalk:
##med2##