VIDEO: Næstved helt Mattias tók bóltin uttanfyri brotsteigin

(Video) Síggj videobrot av einari nógv umtalari støðu, og hoyr samrøðu við Mattias H. Lamhauge um hesa støðuna

Skíggjamynd: Viasat Sport

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge eigur mest umtalaðu støðuna í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Mattias og liðfelagarnir í Fredericia spældu í dag javnleik 0-0 móti Næstved á útivølli. Talan er um annan av trimum møguligum dystum har Mattias heldur málið reint hjá Fredericia.

 

Í fyrra hálvleiki av dystinum hendi tó nakað, ið er blivið tann mest umtalaða støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Leikararnir hjá Næstved vildu vera við, at Mattias í einari støðu í fyrra hálvleiki tók bóltin uttanfyri brotsteigin.

 

HER  sæst tann støðan.

 

Mattias er ikki samdur við tí sum leikararnir hjá Næstved pástóðu. Í samrøðu við Viasat Sport staðfestir Mattias, at hann kendi seg at vera beint innanfyri brotsteigin tá hann tók bóltin.

 

HER  sæst og hoyrist samrøðan við Mattias.

 

 

 

 

 

Skíggjamynd: Viasat Sport