VIDEO: Noreg og Svøríki vunnu

(Video) Her ber til at síggja ein samandrátt frá sigrunum hjá Svøríki og Noregi í fyrsta umfarinum

Svøríki og Noreg fingu eina góða byrjan upp á EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum.

 

Í bólki A í Debrechen í Ungarn vann Svøríki stórsigur 28-18 (15-7) á Norðurmakedonia.

 

Natalia Hagman var toppskjútti hjá Svøríki við níggju málum. Í sama bólki vann Ungarn 30-24 (13-8) á Turkalandi.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Svøríki-Norðurmakedonia 28-18 (15-7):

 

##med2##

 

Í bólki E í Innsbrück í Eysturríki vann Noreg greiðan 33-26 (16-11) sigur á Slovenia. 

 

Henny Reistad var toppskjútti hjá Noregi við níggju málum.

 

Í sama bólki vann Eysturríki 37-24 (17-11) á Slovakia.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Noreg-Slovenia 33-26 (16-11):

 

##med3##