VIDEO: Portugal smurdi Spania av í EM-millumbólki 1

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Spania-Portugal 27-35 (12-16)

Mynd: Eurohandball

Seinnapartin var grannauppgerð millum Spania og Portugal í EM-millumbólki 1.

 

Í Boxen í Herning eydnaðist tað Portugal at vinna trygt 35-27 á Spania. Í steðginum vóru portugisar á odda 16-12.

 

Francisco Costa var við sjey málum toppskjútti hjá Portugal. Toppskjúttar hjá Spania við seks málum hvør vóru Aleix Gomez og Jan Gurri.

 

Danmark er fremst í bólkinum við seks stigum. Týskland hevur seks stig á øðrum plássinum, og Portugal hevur fimm stig. Frakland hevur fýra stig, Noreg hevur trý stig, og Spania sum endar aftast í bólkinum hevur tvey stig. 

 

Skráin fyri EM-millumbólk 1:

 

Hósdagin 22. januar:

 

Týskland – Portugal 32-20

 

Spania – Noreg 34-35

 

Frakland – Danmark 29-32

 

Leygardagin 24. januar:

 

Frakland – Portugal 46-38

 

Spania – Danmark 31-36

 

Týskland – Noreg 30-28

 

Mánadagin 26. januar:

 

Portugal – Noreg 35-35

 

Spania– Frakland 36-32

 

Týskland – Danmark 26-31

 

Mikudagin 28. januar:

 

Spania – Portugal 27-35

 

17.00: Týskland – Frakland

 

19.30: Danmark – Noreg

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Spania-Portugal 27-35 (12-16):

 

##med2##

 

Mynd: Eurohandball