VIDEO: Týskland vann seg í EM-hálvfinaluna (samandráttur)

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Týskland-Frakland 38-34 (19-15)

Alfreð Gíslason er landsliðsvenjari hjá Týsklandi

Týskland sendi verandi evropameistararnar, Frakland úr EM-kappingini.

 

Í avgerandi dystinum í EM-millumbólki 1 um at røkka EM-hálvfinalunum vann Týskland í Boxen í Herning 38-34 á verandi evropameistarunum, Fraklandi. Í steðginum var Týskland eisini á odda við fýra málum, 19-15.

 

Liðini høvdu hvør sín stórskjútta. Juri Knorr skoraði 10 mál fyri Týskland, og Dika Mem skoraði 11 mál fyri Frakland.

 

Undan seinasta dystinum í bólkinum millum Danmark og Noreg er Týskland fremst í bólkinum við átta stigum. Danmark hevur seks stig, og Portugal hevur fimm stig. Frakland hevur fýra stig, og Noreg hevur trý stig. Spania er aftast við tveimum stigum.

 

Skráin fyri EM-millumbólk 1:

 

Hósdagin 22. januar:

 

Týskland – Portugal 32-20

 

Spania – Noreg 34-35

 

Frakland – Danmark 29-32

 

Leygardagin 24. januar:

 

Frakland – Portugal 46-38

 

Spania – Danmark 31-36

 

Týskland – Noreg 30-28

 

Mánadagin 26. januar:

 

Portugal – Noreg 35-35

 

Spania– Frakland 36-32

 

Týskland – Danmark 26-31

 

Mikudagin 28. januar:

 

Spania – Portugal 27-35

 

Týskland – Frakland 38-34

 

19.30: Danmark – Noreg

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Týskland-Frakland 38-34 (19-15):

 

##med2##

 

Alfreð Gíslason er landsliðsvenjari hjá Týsklandi