VIDEO: Samandráttur Debrechen-Nykøbing Falster 28-27 (10-11)

(Video) Síggj hæddarpunkt frá dystinum í EHF European League

Tað bleiv ikki til tað nógvu spælitíðina hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen, tá lið hennara, Nykøbing Falster tapti tepurt 27-28 (11-10) fyri ungarska Debrechen á útivølli í EHF European League leygarkvøldið.

 

Men tann løtan Annika fekk á vøllinum merkir, at hon er fyrsta føroyska kvinnan, ið tekur lut einum dysti í einum bólkaspæli í evropeiskum hondbólti, og tí er talan um ein søguligan dyst í føroyskum hondbólti. 

 

Komandi leygardag spælir Nykøbing Falster á heimavølli móti norska liðnum, Sola í EHF European League.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Debrechen og Nykøbing Falster frá Eurohandball:

 

##med2##