Fyri fyrstu ferð var Samuel Chukwudi í verjuni hjá SJK Seinäjoki frá dystarbyrjan.
Tað hendi fyrr í dag, tá SJK Seinäjoki á heimavølli tapti 0-1 fyri VPS í bólki B í Liga Cup kappingini í Finnlandi.
Samuel fekk 66 minuttir á vøllinum áðrenn hann var skiftur út. VPS skoraði sigursmálið 15 minuttir aftaná Samuel var farin av vøllinum.
SJK Seinäjoki er nummar fýra av teimum seks liðunum í bólki B. SJK Seinäjoki hevur fýra stig fyri fýra dystir. Ilves er fremst við 13 stigum, og KuPS er nummar tvey við 10 stigum. Bæði liðini hava spælt fimm dystir.
Komandi mikudag spælir SJK Seinäjoki seinasta dystin í Liga Cup á hesum sinni. Hann verður ímóti AC Oulu.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum SJK-VPS 0-1 (0-0). Samuel sæst við nummar 34 á rygginum:
##med2##