Liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby vann eisini triðja upp- og niðurflytingardystin móti Kroppskultur, og varðveitir harvið plássið í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Ígjár vann Hallby á heimavølli í Jönköpings Idrottshus 36-31. Kroppskultur beit tó væl frá sær í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Í sínum seinasta dysti fyri Hallby skoraði Rói trý mál og legði upp til heili sjey mál (assist).
HER ber til at síggja ein samandrátt upp á átta minuttir frá seinasta dystinum hjá Róa í svenskum hondbólti á hesum sinni. Rói sæst við nummar 29 á rygginum:
##med2##











