VIDEO: Síggj Hákun skjóta gott mál móti Gummersbach

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Gummersbach-Füchse Berlin 34-29 (18-13)

Tað gongur av skriðuni hjá nýggja høvuðsvenjaranum hjá Füchse Berlin, Nikolaj Krickau.

 

Annan dystin á rað var Füchse Berlin fyri tapi í bundesliguni við Nikolaj Krickau við róðrið.

 

Í dag tapti Füchse Berlin rættiliga greitt 29-34 fyri Gummersbach á útivølli. Í steðginum var Gummersbach á odda 18-13.

 

Hákun gjørdi tó sítt fyri Füchse Berlin. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti teir allar í netið.

 

Füchse Berlin hevur fýra stig fyri fýra dystir. Teir hava fýra stig upp til oddaliðið, Magdeburg sum vinnur hvønn dyst við greiðum málmuni.

 

Hósdagin klokkan 17.45 hevur Füchse Berlin dyst á Champions League í Max Schmelling høllini í Berlin. Tá komu donsku meistararnir, Aalborg á vitjan.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Gummersbach-Füchse Berlin. Við 1:41 minuttir sæst Hákun skjóta eitt gott mál aftaná eina góða fríspæling hjá Mathias Gidsel:

 

##med2##