Meinhard E. Olsen gjørdist hetjan hjá Mjøndalen, ið spældi dyst móti Lyn Oslo á útivølli í kvøld í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Lyn legði seg á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Lyn var leingi á sigurskós, men tá klokkan vísti 85 minuttir javnaði Meinhard til 1-1 við einum góðum dundurskoti aftaná eitt gott upplegg frá Mathias Bringaker.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og fekk Mjøndalen eitt stig við sær úr Oslo.
HER ber til frá VG at síggja málini frá dystinum Lyn-Mjøndalen 1-1 (1-0).