VIDEO: Síggj vakra stútaran hjá Meinhardi E. Olsen

(Video) Meinhard E. Olsen hevur nú skotið fimm mál fyri Mjøndalen hetta kappingarárið

Leygardagin taptu Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen 1-2 fyri Lyn Oslo á heimavølli í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tá fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði Meinhard við einum góðum stútara til 1-1 aftaná hornasparksupplegg frá Martin Ovenstad.

 

Talan er um fimta málið hjá Meinhardi fyri Mjøndalen hetta kappingarárið.

 

HER  ber til at síggja vakra stútaran hjá Meinhardi.