VIDEO: Soleiðis bjargaði liðið hjá Heina og Daniel sætinum í triðbestu deildini

(Video) Hoyr venjaran hjá Thisted greiða frá, og síggj mál og feiringar aftaná seinasta dystin í kappingini

Tað gekk akkurát hjá liðnum Daniel Johansen og Heini Fossdalsá Sørensen hava umboðað farna kappingarárið, Thisted í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tá 84 minuttir vóru leiktir av dystinum í Skive millum Skive og Thisted var Thisted í fjórðbestu deildini, og FA 2000 hevði bjargað plássinum í deildini. Tá var støðan 1-1 millum Skive og Thisted, og 2-1 til FA 2000 móti Brabrand. Bæði liðini vóru ta løtuna á 32 stigum, men FA 2000 hevur betur málmun. Men lukkutíð eydnaðist tað verjuleikaranum, Jeppe Dalgaard at skora til 2-1 til Thisted. Tað eydnaðist Thisted at halda støðuna, og so vóru teir í Thisted við 34 stigum bjargaðir. 

 

Tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum sá ordiliga svart út hjá Thisted. Tá legði Skive seg á odda 1-0. Seks minuttir seinni javnaði amerikanski verjuleikarin, Jean-Julien Foe Nuphaus til 1-1, og átta minuttir seinni tryggjaði Jeppe Dalgaard Thisted sigurin.

 

Heini og Daniel vóru við frá dystarbyrjan. 

 

HER ber til at síggja eitt videobrot við avgerandi málinum, feiringum aftaná dystin og við samrøðu við venjaran hjá Thisted, Daniel Kristensen um gleðiligu hendingina hjá Thisted:

 

##med2##