Í dag hevur fundur verið millum umboð fyri USA og Ukraina í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyad.
Ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov, skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at fundurin millum partarnar er liðugur.
- Kjakið var produktivt og miðvíst, og dentur varð lagdur á lyklapunkt, sum eitt nú orkukervið, skrivar verjumálaráðharrin.
Umboð fyri USA og Ukraina hittust í Saudi Arabia at kjakast um, hvussu friður kann røkkast í Ukraina.
Hin 22. februar í ár vóru trý ár liðin, síðan Russland leyp á grannalandið, Ukraina.
Norska kringvarpið NRK, sum endurgevur Rustem Umerov í kvøld, hevur annars onga neyvari frásøgn um fundin í Riyad í dag.
Tað er ukrainski verjumálaráðharrin, sum er maðurin á viðheftu mynd í hesum greinastubba.