VIDEO: Soleiðis tapti Storhamar fyri Gloria Bistrita

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Storhamar-Gloria Bistrita 30-34 (12-14)

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum, Pernille Brandenborg, Storhamar spældi dyst á heimavølli í bólki A móti Bistrita úr Rumenia.

 

Dysturin endaði við 34-30 sigri til Bistrita, ið var á odda 14-12 í steðginum.

 

Pernille skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.

 

Storhamar endaði næstaftast í bólkinum við seks stigum, og heldur tí ikki fram í kappingini.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Pernille sæst við nummar 18 á rygginum:

 

##med2##