Fríggjakvøldið leiktu greipuvinnararnir, KÍ og B36 venjingardyst á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Dysturin endaði við trivaligum 3-0 sigri til B36. B36 var á odda 2-0 í steðginum.
Dávid Biskopstø Andreasen, Boubacar Dabo og Tobias Hansen skutu málini.
Undir Mýruhjalla vann Skála ÍF 3-0 á B68. Málini vóru skotin fyrstu 25 minuttirnar av dystinum. Simon Jørgensen skoraði tvey mál og Markus Isaksen skoraði triðja málið.
Kelda: FaroeSoccer











