VIDEO: Soleiðis tapti Víkingur 1-4 í Gent

(Video) Síggj málini frá dystinum í Conference League KAA Gent-Víkingur 4-1 (1-1)

Víkingur byrjaði væl í dystinum móti KAA Gent í Conference League undankappingini á útivølli. Aftaná 13 minuttir legði Jørgen Nielsen Víking á odda 1-0 aftaná hornaspark, og í steðginum var støðan javnleikur 1-1. Í seinna hálvleiki gekk tó væl verri, og aftaná eitt óheppið brotsspark og eitt málmansdropp endaði tað við 4-1 sigri til KAA Gent. Tað verður tí torført hjá Víkingi at vinna seg víðari í kappingini.

 

Returdysturin verður spældur í Klaksvík komandi hóskvøld klokkan 18.45. 

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen. 

 

Gent – Víkingur 4-1 (1-1) - Annað umfar og fyrri dystur í UEFA Conference League

 

0-1: Jørgen Nielsen 13.

 

1-1: Hyun-Seak Hong 25.

 

2-1: Sven Kums 59.

 

3-1: J. De Sart br 68.

 

4-1: Hyun-Seak Hong 88.

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen (Signar á Brúnni, 90.), Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Poul Kallsberg (Ingi Jonhardsson, 78.), Aron Jarnskor Ellingsgaard (Árni Nóa Atlason, 78.), Sølvi Vatnhamar, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson (Jákup Johansen, 78.) –  Jørgen Nielsen (Finnur Justinussen, 65.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Páll Eirik Djurhuus, Ingi Arngrímsson, Martin Klein Joensen

 

Gult kort: Atli Gregersen, Jóhan Petur Poulsen, Olaf Bárðarson, Géza Dávid Turi,

 

Venjari; Jóhan Petur Poulsen

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum KAA Gent-Víkingur 4-1 (1-1):

 

##med2##