VIDEO: Soleiðis taptu Gunnar og liðfelagarnir fyri Egnatia

(Video) Síggj málið sum var skotið í dystinum Víkingur Reykjavík-Egnatia 0-1 (0-1)

Gunnar Vatnhamar spældi sum vant allan dystin, tá Víkingur Reykjavík í kvøld á Víkingsvøllinum í Reykjavík tók ímóti albanska meistarunum, Egnatia í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Egnatia vann dystin 1-0 við einum sigursmáli Lorougnon Doukouo skoraði í 33. minutti.

 

Allar súðir eru tó ikki syftar enn. Returdystur verður leiktur niðri í Albania komandi hóskvøld klokkan 19.

 

Jóhan Hendrik Ellefsen var høvuðsdómari á Víkingsvøllinum. Hjálpardómarar vóru Jørleif Djurhuus og Dan Petur Højgaard. Fjórði dómari var Dagfinn Forná.

 

HER ber til at síggja sigursmálið Egnatia skoraði í 33. minutti:

 

##med2##