VIDEO: Soleiðis vann THW Kiel seg í týsku steypafinaluna

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum THW Kiel-Rhein Neckar Löwen 32-31 (28-28 - 14-17)

Tað eydnaðist Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel at vinna seg í týsku steypafinaluna aftaná harðvunnan 32-31 sigur á Rhein-Neckar Löwen aftaná longda leiktíð í Lanxess høllini í Köln.

 

Kiel var aftanfyri 14-17 í steðginum. Tað eydnaðist at knógva ein javnleik 28-28 aftaná vanliga leiktíð, og í longdu leiktíðini áttu norðurtýskararnir tann lítla munin, ið bar sigurin heim.

 

Í steypafinaluni møtir Kiel MT Melsungen, ið vann 31-27 (15-14) á Balingen Weilstetten. Steypafinalan verður leikt klokkan 14.35 í dag.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Elias sæst við nummar 71 á rygginum:

 

##med2##